-Ein svartur maður sum forseti – tey drepa hann, sigur Lessing í eini samrøðu við Dagens Nyheter. Hon heldur, at tað hevði verið betri, um Hilary Clinton vann forsetavalið – og Obama kundi verið varaforseti hjá henni.
88 ára gamla Doris Lessing er kend fyri at koma við umstríddum viðmerkingum, og eftir álopini í USA 11. September í 2001 segði hon, at álopini vóru hvørki ræðulig ella nakað serlig.