Obama ávarar um ódnarveður

Amerikanski forsetin, Barack Obama, segði í kvøld, at tey, sum búgva fram við eysturstrondini, skulu taka hóttanina frá ódnini Irene í álvara. Sambært forsetanum kann talan vera um eina søguliga og sera hættisliga ódn.

-Tey, sum eru har, sum ódnin væntandi fer, mugu fyrireika seg og taka neyðug stig, segði Obama, sum er í frítíðarbústaðnum í Marthas Vineyard nærhendis býnum Boston.

Teir amerikonsku myndugleikarnir siga, at umleið 55 milliónir amerikanarar eru í vandaøki, tá Irene væntandi fer at herja økið millum North Carolina og Cape Cod. Millum býirnar, sum fáa Irene á vitjan, eru høvuðsstaðurin Washington og stórbýurin New York. Myndugleikarnir hava flutt fleiri túsund fólk burtur frá láglendinum við strondina, og teir hava ávarað um vandan fyri vatnflóð í pørtum av New York.