Obama ávarar Assad

Barack Obama, forseti, ávarar nú sýriska starvsbróður sín, Bashar al-Assad, um, at sýriska leiðslan fer út um mark, um hon ger av at brúka evnafrøðilig vápn í stríðnum við uppreistrarmenninar. Hann sigur, at tað fer at broyta hansara meting av støðuni í Sýrialandi, um stýrið brúkar evnafrøðilig vápn, og at avleiðingarnar verða ovurstórar.

Amerikanski forsetin sigur, at higartil hevur USA ikki lagt seg út í kreppuna í Sýrialandi við hermegi, men hann vissaði um, at amerikanska stjórnin fylgir væl við gongdini, og at sýriska leiðslan fer út um mark, um hon brúkar evnafrøðilig vápn.

-Hetta snýr seg ikki bara um Sýrialand, men eisini um okkara næstu sameindu í økinum, eitt nú Ísrael, segði amerikanski forsetin í gjárkvøldið.