Obama vann týðandi sigur

Amerikanska Senatið hevur samtykt eina lóg, sum herðir reglurnar um virksemið hjá bankum og øðrum fíggingarstovnum. Sambært eygleiðarum er talan um ta størstu broytingina síðani 19030-árini.

59 av teimum 100 senatorunum atkvøddu fyri uppskotinum hjá forsetanum. Frammanundan høvdu demokratarnir tryggjað sær stuðul frá 60 senatorum, og harvið kundu republikanararnir ikki tálma málsviðgerðini.

Teir politisku eygleiðararnir í Washington eru á einum máli um, at samtyktin í Senatinum er ein týðandi sigur fyri Barack Obama, forseta. Í gjár segði Obama, at bankar og aðrir fíggingarstovnar høvdu lagt trýst á politikararnar fyri at fáa teir at atkvøða ímóti uppskotinum.

Eftir nýggju reglunum skal tað almenna hava eitt eftirlit, sum skal tryggja, at bankarnir taka sær av áhugamálunum hjá brúkarunum, partar av bankavirkseiminum verða avmarkaðir, og reglurnar fyri tjóðbankan verða broyttar.