Barrack Obama vann eisini tað seinasta uppstillingarvalið hetta vikuskiftið Barrack Obama vann í gjárkvøldið demokratiska uppstillingarvalið í statinum Maine. Hann fekk umleið 60 prosent, av atkvøðunum og Hillary Clinton fekk umleið 40 prosent.
Við øðrum orðum vann Barrack Obama øll uppstillingarvalini hjá demokratunum hetta vikuskiftið. Umframt sigurin í Maine vann hann í Nebraska, Washingon State, Louisiana og á Jomfrúoyggjunum.
Á Jomfrúoyggjunum var sigurin serliga sannførandi, tí har fekk Barrack Obama 89,9 prosent av teimum 1.772 atkvøðunum.