Barrack Obama vann valið í Dixville Notch, og tað er fyrstu ferð í 40 ár, at eitt demokratiskt forsetavalevni vinnur har Eins og undanfarin val var Dixville Notch í New Hampshire tað fyrsta valstaðið, sum kunngjørdi úrslitið av forsetavalinum. Tað vísti, at Barrack Obama fekk 15 av teimum 21 atkvøðunum. John McCain fekk hinar seks.
Tað merkisverda við úrslitinum er sambært AP, at hetta er fyrstu ferð síðani 1968, at tað demokratiska forsetavalevnið vinnur í Dixville Notch. Ta ferðina vann Hubert Humprey har á Richard Nixon.
Valluttøkan í Dixville Notch var 100 prosent.