Obama vann fyrsta sveigstatin

Fyri einari løtu síðani bleiv kunngjørt, at Barack Obama hevur vunnið valið í Michigan, sum er ein av teimum sonevndu sveigstatunum.

Samstundis frættist úr Florida, at tá meiri enn helvtin av atkvøðunum har vóru taldar, hevði Obama fingið 51 prosent, og Mitt Romney hevði fingið 48 prosent.

Obama er frammanfyri í Ohio og Pennsylvania, men munurin er lítil. Í New Hampshire er hann tvey prosentstig frammanfyri, sigur CNN.