John McCain gjørdi í nátt eina roynd at vinna aftur eitt sindur av tí, sum hann hevur mist í seinastuni. Sambært teimum seinastu meiningakanningunum er hann langt aftan fyri Barrack Obama, nú bara tríggjar vikur eru til valið, og tí var sjónvarpsdysturin í nátt ein tann seinasti møguleikin hjá McCain at venda rákinum.
McCain var munandi meiri ágangandi í nátt enn í hinum báðum sjónvarpsdystunum. Spurningurin er so, um hann megnaði at sannføra aðrar veljarar enn sínar egnu, at teir eiga at atkvøða fyri honum. Eftir tí sum viðmerkjarar og kanningar søgdu aftan á orðaskiftið, eydnaðist tað ikki.
Ein kanning, sum sjónvarpið CNN gjørdi beint aftan á sendingina, vísti, at 58 prosent av veljarunum hildu, at Obama hevði vunnið dystin, meðan 31 prosent hildu, at McCain hevði staðið seg betur.
Ov seint
McCain var týðiliga til dystin fús, tá sendingin byrjaði, og hann var munandi meiri ágangandi í sínum orðavali. Men eygleiðarar siga, at tað eydnaðist honum kortini ikki at taka Obama av fótum. Teir vísa á, at Obama svaraði sakliga og brosandi, meðan McCain tóktist hava ilt við at halda sínum sinni niðri. Hann flenti fleiri ferðir niðurlátandi og vísti, hvat hann helt um sín mótstøðumann, hóast júst hesin verumáti hansara vísti seg at vera hansara veikleiki í teimum báðum fyrru sjónvsrpsdystunum, skrivar NTB.
Amerikanskir fjølmiðlar søgdu í morgun, at John McCain hevði ov lítið at bera fram í orðaskiftinum í nátt, og at tað, sum hann hevði, kom ov seint.
-Nú kann bara ein yvirgangsatsókn at USA forða Barrack Obama at vinna forsetavalið, segði ein av viðmerkjarunum.