Barrack Obama hevur ikki mist vónina um at gerast forsetavalevni hjá demokratunum hóast ósigurin í Ohio og helst eisini í Texas -Sama hvat hendir í kvøld, eru vit næstan líka langt frammanfyri, sum vit vóru í morgun, og vit fara at vinna uppstillingina, segði Barrack Obama á fundi við sínar stuðlar í gjárkvøldið.
Hillary Clinton vann valini í Ohio, Rhode Island og eftir øllum at døma eisiní í Texas, men Barrack Obama hevur framvegis fleiri valmenn enn hon, sigur TV2.
Teir næstu dagarnar fer Obama at halda valfund í statunum Wyoming og Mississippi, tí tað verða valini har og í Pennsylvania, sum fara at gera av, hvør skal stilla upp fyri demokratarnar ímóti John Mc Cain í heyst.










