Obama væntar eina avtalu

Sambært fjølmiðlunum eru fleiri av luttakarunum á ST-veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn farnir at ivast í, hvat kemur burturúr. Connie Hedegaard, ráðstevnuformaður, segði í gjár, at ein loysn er framvegis í eygsjón, men hon viðgekk samstundis, at tað kann eisini miseydnast.

Hinvegin tykist Barack Obama, forseti, hava vónir um eitt gott úrslit´i Keypmannahavn. Talsmaður hansara, Robert Gibbs, segði í gjárkvøldið, at forsetin er sannførdur um, at ráðstevnan fer at enda við einari avtalu, sum verður merkt av framskygni og gjøgnumskygni.

Tað sama skrivar Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, í einari grein í blaðnum International Herald Tribune.