Nógvir amerikanarar hava fingið eina aðra uppfatan av Barack Obama, forseta, síðani amerikanskir hermenn gjørdu av við Osama bin Laden. Ein nýggj meiningakanning vísir, at 60 prosent av amerikanarunum eru nøgdir við arbeiði forsetans, og at meiri enn 50 prosent halda, at hann eigur at halda fram í Hvítu Húsunum aftan á næsta val.
Heili 73 prosent av teimum spurdu siga eisini, at tey eru vís í, at Obama er førur fyri at taka sær av yvirgangshóttanum ímóti USA.
Tað mest hugvekjandi við kanningini er, at fleiri amerikanarar eru betur nøgdir við búskaparpolitikkin hjá forsetanum, eftir at bin Laden er beindur av vegnum.