Obama: USA og Kina eru ikki fíggindar

Amerikanski forsetin, sum er á vitjan í Kina, sigur, at tað stendur ikki skrivað nakrastaðnmi, at USA og Kina eiga at vera fíggindar. Tað segði Barack Obama í einari røðu fyri studentum á lærda háskúlanum í Shanghai.

Hann segði, at góð viðurskifti millum Beijing og Washington kunnu gera menna friðin og vælferðina í heiminum. Hann segði, at kinesarar skulu hava lut í tí, sum hann kallaði heimsrættindi.

-Hetta er galdandi fyri øll fólk, eisini átrúnaðarligar og etniskar minnilutar, sama um teir búga í USA, Kina ella onkrum øðrum landi, segði Obama í røðuni fyri studentunum í Shanghai.