Obama tosar við Abbas og Netanyahu

Amerikanski forsetin, Barack Obama, fer í dag at tosa við palestinska forsetan, Mahmoud Abbas, og ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu. Evnið er ætlan palestina at søkja um limaskap í ST.

Amerikanska stjórnin hevur roynt at fáa Abbas at sleppa umsóknini um limaskap, men higartil hevur palestinski forsetin sýtt fyri at slaka. Hansara áskoðan er, at umsóknin er tað einasta, sum kann fáa glið á samráðingarnar um frið millum palestinar og ísraelsmenn.

Samstundis leggja USA og fleiri onnur lond trýst á ísraelsmenn og palestinar fyri at fáa teir aftur til samráðingarborðið. Palestinski forsetin hevur sagt, at hann er til reiðar at samráðast, men at hann vil fyrst hava ísraelsku stjórnina at koma við einari tilsøgn um, at hon er sinnað at víkja frá teirri avgjørdu støðu, sum hon hevur havt higartil.