Obama togar inn á Hillary

Munurin millum tey bæði fremstu forsetavalevnini hjá demokratunum er tódnaður í seinastuni

Teir flestu demokratarnir í USA vilja framvegis hava fyrrveandi forsetafrúuna aftur í Hvítu Húsini í Washington, men altsamt fleiri demokratar vilja heldur skriva søgu við at fáa ein littan forseta.

 

Fyri nøkrum mánaðum síðani var Hillary Clinton umleið 30 prosentstig framman fyri Barrack Obama, men sambært teimum seinastu kanningunum er munurin nú minkaður niður í 19 prosentstig. Eftir kanningini, sum CNN hevur gjørt, siga 44 prosent av demokratunum, at tey vilja hava Hillary Clinton til forseta, og 25 prosent vilja heldur hava Barrack Obama.

 

Tvær kanningar, sum eru gjørdar í tí vanliga so týdningarmikla statinum New Hampshire, vísa eisini, at munurin millum tey bæði fremstu valevnini hjá demokratunum er minkandi.