Barrack Obama hevur tilnevnt vinmannin Rahm Emanuel umsitingarleiðara í Hvítu Húsunum Tað kom fram longu undan valinum týsdagin, at Barrack Obama hevði biðið vinmannin Rahm Emanuel taka við embætinum sum umsitingarleiðari í Hvítu Húsunum, og í dag varð so fráboðað, at hann hevur tikið av tilboðnum.
Tann 47 ára gamli Rahm Emanuel var ráðgevi í umsitingini hjá Bill Clinton, og síðani 2002 hevur hann verið limur í Umboðsmannatinginum.
Rahm Emanuel ber orð fyri at vera heldur harðrendur av lyndi og at hava hvassa tungu.










