Obama tilnevnir kendar sendimenn

Barrack Obama vil hava Ísrael at lata markið við Gaza-geiran upp, so vørur og neyðhjálp kunnu koma fram Barrack Obama segði í nátt, at allir partar eiga at vísa ein góðan vilja fyri at bøta um støðuna í Miðeystri, og hann heitti á Ísrael um at lata markið við Gaza-geiran upp.

Beint frammanundan hevði forsetin boðað frá, at hann hevði valt fyrrverandi amerikanska ST-sendiharran og diplomatin Richard Holbrooke og fyrrverandi senatorin og semingsmannin Grorge Mitchell til sínar serligu sendimenn í Miðeystri, Afghanistan og Pakistan.

Richard Holbrooke skal virka sum serligur sendimaður í málum viðvíkjandi Afghanistan og Pakistan, meðan George Mitchell verður Miðeystur-sendimaður hjá Obama.

Báðir eru kendir semingsmenn. Richard Holbrooke var millum annað semingsmaður í gamla Jugoslavia, og George Mitchell var við til at fáa frið í Norðurírlandi.