Nú eru tríggir republikanskir ráðharrar í stjórnini hjá Barrack Obama Barrack Obama hevur tilnevnt tann 61 ára gamla republikanska senatorin Judd Gregg til handilsmálaráðharra.
Upprunaliga skuldi Bill Richardson hava hetta starvið, men hann bar seg undan.
Judd Gregg er tann triði republikanarin í stjórnini hjá Obama. Hinir báðir eru Robert Gates, verjumálaráðharri, og Ray LaHood, flutningsmálaráðharri.
Politiskir eygleiðarar í Washington halda, at Obama fær sær republikanarar í stjórnina fyri at tryggja sær stuðul frá republikanarunum í Kongressini, tá ein stórur hjálparpakki kemur til viðgerðar har seinni í vikuni.