Obama til Danmarkar í heyst

Okkurt bendir á, at amerikanski forsetin kemur til Keypmannahavnar í oktober í sambandi við fund hjá olympisku nevndini Heimbýurin hjá Barrack Obama, Chicago, hevur søkt um at sleppa at skipa fyri teimum olympisku summarleikunum í 2016, og eftir øllum at døma skal forsetin tosa vegna býin, tá avgerðin skal takast á fundi í Keypmannahavn fyrst í oktober.

Tað er borgarstjórin í Chicago, Richard M. Daley, sum ber tíðindini um ta ætlaðu forsetavitjanina. Við bløð í Chicago sigur borgarstjórin, at tað er heilt vist, at Obama fer til Keypmannahavnar tann 1. oktober.

-Hetta er gleðiligt, men vit høvdu satt at siga væntað, at hann skuldi koma at halda eina av sínum framúrskarandi røðum, sigur formaðurin í danska ítróttarsambendinum, Niels Nygaard, við B.T. í dag.