Obama: -Ted var tann størsti í okkara tíð

-Edward Kennedy var tann størsti senatorurin í okkara tíð, sigur Barack Obama, forseti. -Tað er við stórari sorg, at vit hava fingið deyðsboðini av Edward Kennedy. Við deyða hansara er ein kapittul í søgu okkara at enda komin, sigur Barack Obama við sjónvarpið CNN.

Edward Kennedy var dyggur stuðul hjá Obama undir valstríðnum í fjør, og sagt verður, at júst hansara stuðul hevði avgerandi týdning fyri valið. Obama hevur eisini sagt, at hann var sera takksamur fyri stuðulin, og hann rósar honum eisini fyri stríðið fyri mannarætindunum.

-Ted Kennedy var tann størsti senatorurin í okkara tíð, sigur forsetin við CNN.

Edward Kennedy var 77, nú hann doyði.