Amerikanska tíðarritið Forbes hevur gjørt eitt yvirlit yvir teir 67 einstaklingarnar, sum hava mest vald og størstu ávirkan í heiminum. Ikki óvæntað er Barack Obama, forseti, á ovasta plássi, og á øðrum plássi er starvsbróður hansara í Kina, Hu Jintao.
Nummar trý er russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, og í hølunum á honum kemur stjórin í amerikanska tjóðbankanum, Ben S. Bernanke.
Týski kanslarin, Angela Merkel, er sambært Forbes tann kvinnan, sum hevur mest vald og størstu ávirkanina. Hon er á 15. plássi, og aftan fyri hana er amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton.