Obama strikar Kuba-tiltøk

Kubanar í USA sleppa nú til Kuba at ferðast, men amerikonsku handilstiltøkini ímóti Kuba verða ikki sett úr gildi á hesum sinni Amerikanarar av kubanskum uppruna sleppa nú til Kuba at ferðast, hava teir hug til tess, og samstundis fáa teir loyvi til at hjálpa skyldfólki í Kuba við eitt nú pengum.

Tað ber til, nú Barrack Obama, forseti, hevur ógildað tiltøk, sum USA setti í verk ímóti Kuba, tá kommunistarnir tóku valdið har fyri 50 árum síðani.

Forsetin sigur kortini, at handilstiltøkini ímóti Kuba verða ikki sett úr gildi enn, men at nakrar smávegis broytingar kortini verða gjørdar. Eitt nú sleppa amerikonsk telefonfeløg at bjóða upp á rættindi og tænastur í Kuba.