Amerikanska sjónvarpsstøðin CNN metir, at Obama fer at vinna statin Ohio og geva honum 20 valmenn. Republikanarar hava ongantíð vunnið eitt forsetaval uttan at vinna Ohio Fær Obama ein sigur í Ohio stendur hann nú til at fáa 195 valmenn, meðan McCain hevur 76 valmenn. Tað vísir seg at vera sera tætt millum teir í fleiri statum, eitt nú í North Carolina, Virginia og Florida, men í hesum statunum liggur Obama kortini á odda. Munurin er tó bert nøkur fá prosent.
Eygleiðarar siga við CNN, at um henda gongd heldur fram og Obama vinnur umrøddu statir kann hann fáa upp til 330 til 360 valmenn. Hann skal hava 270 fyri at vinna.
Tað vísir seg, at Obama klárar seg væl betri enn Kerry, sum var valevni hjá demokratunum fyri fýra árum síðani, samtíðis sum McCain klárar seg munandi verri enn Bush gjørdi fyri fýra árum síðani.