Obama stavnin frammanfyri

Tær fyrstu forsagnirnar í amerikanska fortsetavalinum vísa, at Barack Obama, forseti, er eina tonn framman fyri Mitt Romney, men at tað er sera javnt í fleiri av teimum týdningarmiklu sveigstatunum.

Fyri einari løtu síðani segði sjónvarpið CNN, at Obama er frammanfyri í teimum báðum sera týdningarmniklu statunum Ohio og Florida, og at hann hevur munin í New Hampshire og Pennsylvania. Tað var annars líkt til, at Romney fór at vinna í Florida, men hann hevur mist takið nú, sigur CNN. Úr Florida koma 29 valmenn, og staturin hevur tí sera stóran týdning.

Í Virginia og North Carolina stendur á jøvnum millum tey bæði valevnini.

Frammanundan er greitt, at Obama hevur vunnið í statunumVermont, Connecticut, Maine, Delaware, Illoinis, Maine og Maryland, og at Romney hevur vunnið í Kentucky, Indiana, South Carolina og West Virginia.