Obama: Slepst ikki undan skattahækking

Barack Obama, forseti, ávaraði í gjár teir republikonsku kongresslimirnar um, at tað verður eingin semja um fíggjarlógina, fyrr enn teir ganga við til at hækka skattin hjá teimum, sum hava ta bestu inntøkuna. Hann gjørdi greitt, at uppskot hansara um 39,6 prosent skatt frá teimum ríkastu amerikanarunum er ófrávíkiligt.

-Hetta snýr seg um tey bæði prosentini, sum hava ta hægstu inntøkuna, og vit kunnu semjast um tað. Uttan semju eingin fíggjarlóg, segði forsetin við tíðindastovuna Bloomberg.

Undir valstríðnum boðaði Obama frá, at hann ætlaði sær at hækka skattin hjá teimum, sum hava tær bestu inntøkurnar. Mótvalevni hansara, Mitt Romney, segði harafturímóti, at tað kom ikki upp á tal at hækka skattin, og at tað almenna mátti økja sínar inntøkur á annan hátt.