Tað er í kjalarvørrinum av skothendingini í Dallas hósdagin, har fimm løgreglufólk lótu lív, meðan sjey onnur blivu løstað, at Obama fer heim aftur til USA fyrst í komandi viku.
Hesum boða Hvítu Húsini frá í tíðindaskrivi. Forsetin fer heim úr Evropa, har hann í løtuni tekur lut í toppfundinum í NATO, ein dag fyrr enn ætlað, og av hesi orsøk verður ein ætlað vitjan í Spania sunnudagin nakað styttri enn upprunaliga ætlað.
Obama flýgur til Spania í dag eftir NATO-fundin, sum er í Pólandi. Men skráin fyri vitjanina í Spania er stytt munandi, so amerikanski forsetin kann vera aftur í Washington sunnukvøldið.
- Forsetin hevur tikið móti eini innbjóðing frá borgarstjóranum í Dallas, Mike Rawlings, um at koma á vitjan í býnum fyrst í komandi viku, verður sagt í tíðindaskrivinum.










