Hóast alt heldur Barack Obama valið av Joe Biden sum forseta sum eitt stig á røttu leiðini, men fleiri djúpt rótfestir trupulleikar halda fram í USA.
Soleiðis er boðskapurin frá fyrrverandi forstanum í fleiri samrøðum, nú fyrsta bindið av endurminningum hansara koma út í morgin.
Obama peikar í eini samrøðu við BBC á vreiði og hat millum land- og býøki í USA sum ein av størstu trupulleikunum í landinum.
Eisini immigratión og búskaparligur ójavni eru avbjóðingar fyri USA, og helt hetta verður gjørt uppaftur truplari av ávísum miðlum og sosialum miðlum, har »villar konspiratiónsteoriir« stórtrívast, og fakta verður noktað, vísir fyrrverandi forsetin á.
Tað hevur ført til eina støðu, sum Obama kallar »sannleikans fall«.
– Tað eru milliónir av fólkum, sum halda, at Biden er sosialist, og at Hillari Clinton er partur av einum óndum bólki, sum partur av pedofiliringi, sigur Obama við BBC.
– Eg haldi, at vit fara at koma har til, at vit fara at krevja eina samanseting av reglum og standardum í ymsum vinnugreinum at fáa okkum til eitt punkt, har vit góðtaka felags fakta, so vit kunnu fara at kjakast um, hvat við skulu gera við fakta.
Hann heldur tað vera tekin um spjaðing í USA, at Donald Trump fekk yvir 70 milliónir atkvøður á forsetavalinum.
– Tað sigur okkum, at vit enn eru sera spjadd. Tann alternativa heimsmyndin, sum veljara nýta í fleiri miðlum, hevur enn stóra ávirkan, sigur Obama við CBC.
/ritzau/











