Tíðarritið Time hevur valt amerikanska forsetan, Barack Obama, til ársins mann 2012. Hetta er aðru ferð, at Obama fær hendan heiðurin. Sagt verður, at valið stóð millum Obama og pakistonsku gentuna Malala Yousafzai, og at valið loksins fall á forsetan.
Obama, sum er tann fyrsti svarti forsetin í USA, varð afturvaldur í síðsta mánað. Hann hevur áður fingið Nobel-friðarheiðurslønina.
Time sigur, at Barack Obama er arkitekturin aftan fyri tað nýggja Amerika, sum blaðið málber seg.










