Obama: Republikanararnir flokkur teirra ríku

Í USA hartar Barack Obama, forseti, republikanska flokkin, tí flokkurin sambært forsetanum forðar uppskotum, sum millum annað skulu hjálpa amerikanarum, sum hava mist arbeiðið.

-Leiðararnir hjá republikanarunum í Senatinum velja ferð eftir ferð at forða royndum okkara byggja upp og at skapa framburð, og tað hevur álvarssamar avleiðingar við sær, segði forsetin í teirri vikuligu útvarps- og sjónvarpsrøðuni.

Barack Obama vildi vera við, at republikanski flokkurin hugsar bara um at verja áhugamálini hjá teimum ríku amerikanarunum.

Hann vísti á, at flokkurin hevur einki ímóti at geva teimum ríku skattalætta, men at hann er ímóti at bøta um arbeiðsloysistryggingina, tí tað kostar pengar, segði forsetin.