Obama úr Senatinum

Barrack Obama hevur í dag latið sætið í amerikanska Senatinum frá sær Obama er farin úr Senatinum fyri at fáa betri stundir til at fyrireika forseta- og stjórnarskiftið. Tað er ikki greitt enn, hvør avloysarin í Senatinum verður, men tað avger tann demokratiski guvernørurin í statinum Illinois, har Obama bleiv valdur í Senatið.

Annars tilnevndi Barrack Obama tríggjar embætismenn til ta nýggju umsitingina í dag. Pete Rouse, sum hevur verið ráðgevi hjá Obama í Senatinum, verður eisini ráðgevi hansara í Hvítu Húsunum, og harafturat hava Mona Sutphen og Jim Messina fingið leiðandi størv í umsitingini hjá komandi forsetanum.

Mona Sutphen arbeiddi í umsitingini hjá Bill Clinton, og Jim Messina hevur arbeitt sum ráðgevi hjá tveimum senatorum.