Obama og Netanyahu telefonfund um Iran

Amerikanski forsetin, Barck Obama, og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, tosaðu í dag í telefon um ymsar spurningar viðvíkjandi Iran. Sum skilst snúði samrøðan seg serliga um, at Iran leggur ísraelsmenn og amerikanarar undir at hava beint fyri einum iranskum kjarnorkugranskara, sum doyði av einari bilbumbu í gjár.

Hvítu Húsini avsannaðu longu í gjár iransku skuldsetingina. Ísrael hevur harafturímóti ikki gjørt nakra viðmerking til málið. Politiskir eygleiðarar siga, at tað er als ikki vist, at USA ella Ísrael høvdu nakað við bilbumbuna at gera. Teir siga, at sterkar kreftir bæði í og uttan fyri Iran arbeiða ímóti prestastýrinum í Teheran.

Í einari frásøgn aftan á telefonsamrøðuna segði Obama, at USA stendur við sítt lyfti um at tryggja tilveru Ísraels, og at teir báðir leiðararnir samdust um at tosa saman aftur um fýra vikur.