Kina vil fegið samstarva við USA í tí asiatiska økinum. Tað segði ein talsmaður fyri kinesisku stjórnina seinnapartin, eftir at teir báðir forsetarnir, Barack Obama og Wen Jiabao, høvdu hildið fund fyrr í dag.
Í seinastuni hevur ein ávísur spenningur verið millum Beijing og Washington um ymisk viðurskifti í Asia. Eitt nú vildi USA hava spurningin um ræðisrættin í Suðurkonesiska Havinum til viðgerðar á Eysturasiaráðstevnuni á Bali, vil tað vildu kinesarar ikki. Kinesiska svarið var, at tann spurningin eiga londini við Suðurkinesiska Havið at loysa sínamillum.
Kina og Taiwan krevja ræðisrætt yvir einum ávísum øki, men fýra onnur lond vilja hava part burturav. Málið hevur stóran týdning, tí hildið verður, at nógv olja og gass eru undir havbotninum har.