Uppteljingin í Iowa er ikki liðug, men sambært amerikonskum fjølmiðlum vunnu Barrack Obama og Mike Huckabee uppstillingarvalið har í nátt Alla nátt hevur ljóðað, at tað var rættiliga javnt ímillum tey demokratisku valevnini, men í morgun siga fjølmiðlarnir, at Barrack Obama fekk flestar atkvøður framman fyri John Edwards og Hillary Clinton.
Hjá republikanarunum tykist eingin ivi vera um, at Mike Huckabee hevur vunnið í Iowa. Næstflestar atkvøður hevur Mitt Romney fingið.









