Barrack Obama sendi í nátt boð eftir Hillary Clinton at tosa um støðuna Ein talsmaður hjá Hillary Clinton sigur, at tey bæði tosaðu um, hvussu tey kunnu sameina demokratiska flokkin aftan á uppstillingarvalini. Talsmaðurin vildi tó ikki fara út í smálutir.
-Tey bæði høvdu ein góðan fund um tað týdningarmikla arbeiðið, sum skal gerast fyri at fáa eitt gott úrslit í novembur, segði hann.
Hillary Clinton hevur framvegis ikki viðurkent, at hon hevur tapt uppstillingina, men hildið verður, at hon fer at gera tað í morgin, og at hon samstundis fer at siga frá, at hon styðjar Barrack Obama.










