í gjárkvøldið tóku Barack Obama, forseti í USA, og Raul Castro, forseti á Cuba, í hondina á hvørjum øðrum, tá ið Cuba og USA fyri fyrstu ferð síðani kollveltingina á Cuba í 1959 hittust á toppfundi.
Cuba er við á ”Summit of the Americas” í Panama býi, eftir at USA hevur slept sínum boykotti av Cuba í sambandi við fundin.
Í 60 ár hevur USA hildið fast í boykotti av Cuba, men nú eru blot komið í ísin londini millum. Fyrr í ár søgdu bæði Barack Obama og Raul Castro, at londini fóru at virka fyri meira sambandi, og tíðin var komin at leggja fortíðina aftur um bak og líta frameftir.
Hóast tað bert ein tími at flúgva úr Key West í USA til Havana, hevur hetta ikki verið gjørligt, tí myndugleikarnir í USA hava bannað tí.
Nú eru útlit fyri, at veruligt ferðasamband millum USA og Cuba verður tikið uppaftur, og at londini við tíðini eisini fara at samstarva á øðrum økjum og loyva samhandli.