Amerikanski forsetin, Barack Obama, endaði í gjár alment sína Afrika-vitjan í Tanzania, har hann endaði við einum ordans lyfti um at bøta um orkuveiting og stríðast ímóti veiðitjóvum.
Obama gav lyfti um stuðul upp á nógvar milliardir krónur til afrikanskt elnet, samstundi sum hann lovaði at leggja 60 milliónir krónur av til stríðið ímóti smugling og veiðitjóvum, sum ganga út yvir hótt djórasløg sum næsahyrningar og elefantar.
Samstundis sum Barack Obama er í Tanzania, er undanmaður hansara, George W. Bush, eisini staddur har, og teir báðir fara saman at heiðra tey 11 ofrini fyri bumbuatsóknini at amerikansku sendistovuni í 1998.
Bush er hjástaddur, nú kona hansara, Laura, skipar fyri eini ráðstevnu í Dar Es Salaam fyri makar hjá leiðandi politikarum.