Obama á odda í stórum statum

Nú góðar fýra mánaðir undan amerikanska forsetavalinum fær Barack Obama, forseti, størri stuðul enn republoikanarin Mitt Romney í trimum av teimum størstu statunum.

Ein meiningakanning, sum lærdi háskúlin Quinnipiac hevur gjørt, vísir, at í Florida styðja 45 prosent Obama og 41 prosent Romney. Í Ohio fær Obama 47 prosent og Romney 38, og í Pennsylvania siga 45 prosent, at tey styðja Obama. 38 prosent siga seg styðja Romney.

Quinnipiac hevur kannað hesi viðurskiftini fyrr, og skúlin sigur, at munurin er størri í hesari kanningini enn í teimum báðum undanfarnu.