Amerikanska Senatið samtykti í nátt at viðgera uppskotið hjá Barack Obama um eina nýskipan á heilsuøkinum. Uppskotið kravdi minst 60 atkvøður í Senatinum, og tað eydnaðist. Allir teir 58 demokratisku senatorarnir atkvøddu fyri, og tað gjørdu tveir óheftir senatorar eisini. Hinvegin atkvøddu 39 republikanskir senatorar ímóti, og ein republikanari atkvøddi ikki.
Um eina viku fer Senatið undir at viðgera nýskipanaruppskotið. Roknað verður við, at viðgerðin fer at taka tríggjar vikur. Tað merkir, at uppskotið kann avgreiðast fyri jól, og at forsetin kann staðfesta tað um ársskiftið.