Obama í Myanmar

Barack Obama, forseti, kom í morgun til Myanmar, og hann er tann fyrsti amerikanski forsetin, sum vitjar landið. Thein Sein, forseti, var og tók ímóti gestinum, og saman við honum vóru børn, sum veitraðu við Myanmar-flagginum og tí amerikanska Stars and Stripes.

Stutt eftir móttøkuna fóru teir báðir forsetarnir á fund. Seinni í dag skal Obama halda røðu á lærda Yangon-háskúlanum, og hann skal eisini hitta andstøðuleiðaran, Aung San Suu Kyi í dag.

Fleiri mannarættindafelagsskapir halda, at tað er ikki rætt av Obama at fara til Myanmar, tí nógvir politiskir fangar eru í landsins fongslum. Felagsskapirnir ásanna, at myndugleikarnir hava latið nógvar politiskar fangar leysar í seinastuni, men siga, at nógvir eru framvegis eftir.