Barrack Obama hevur váttað, at amerikanska ansingartænastan, NSA, fylgir við kommunikatiónini millum vanlig menniskju á internetinum. Og tí er amerikanski forsetin vorðin eitt mobboffur i sosialu miðlunum, har fólk úr øllum heiminum gera gjøldur burtur úr Obama, forseta.
Málið byrjaði við, at fyrrverandi NSA starvsmaðurin, Edward Snowdon, legði fram loynilig dokumentir frá amerikansku kanningarrørsluni fyri ensku The Guardian og amerikanska Washington Post.
Tað fekk málið at rulla, og hóast millum aðrar Google, Facebook og Yahoo nokta fyri at geva brúkaradata til myndugleikarnar, so hevur Barrack Obama váttað, at teir síðani 2007 hava koyrt eina eftiransingarskipan nevnd Prism.
Avdúkingarnar fáa nú eina óendaliga røð av fólki til at gera gjøldur burtur úr Obama, forseta. Jay Leno byrjaði sítt talk-show við einari joke um ironiina í, at Obama hevur givið seg út til at vera forsetin, ið lurtar eftir fólkinum. Ein joke, sum eisini hevur breitt seg til sosialu miðlarnar.
Tað eru eisini fleiri í sosialu miðlunum, ið hava sæð spionaguskandaluna sum ein møguleika. Fleiri twitta ironiskt, at tey seta prís upp á, at Obama hevur back-up upp á teirra data, so tey sjálvi ikki nýtast at hugsa um tað.
Best dámda innslagið skal tó finnast í sosiala miðlinum, Tumblr, har ein personur hevur upprættað eina heila heimasíðu við myndum av Obama, sum lesur emails hjá øðrum.










