Obama missir undirtøku í USA

Fyri fyrstu ferð fær Barack Obama, forseti, stuðul frá minni enn 50 prosentum av amerikanska fólkinum. Tað vísir ein nýggj kanning hjá Gallup. Í einari tilsvarandi kanning fyri fýra mánaðum síðani søgdu 60 prosent, at tey styðjaðu forsetan, men tað hvassorðaða kjakið um eina nýskipan á heilsuøkinum, búskaparkreppan og tann veksandi almenna skuldin hava fingið fleiri at broyta hugsan.

Við øðrum orðum fór stuðulin til Obama niður um 50 prosent, eftir at hann hevði verið 10 mánaðir í Hvítu Húsunum. Bara tveir forsetar hava mist undirtøku skjótari enn Obama. Tað vóru Bill Clinton og George Bush eldri.

John F. Kennedy er tann einasti forsetin síðani seinna heimsbardaga, sum varðveitti undirtøku frá meiri enn 50 prosentum av amerikanska fólkinum, skrivar AP.