Obama missir undirtøku

Amerikanarar eru ikki so væl nøgdir við Barack Obama, forseta longur. Tað eru serliga trupulleikarnir við arbeiðsloysinum, sum gera, at forsetin missir undirtøku. Ein nýggj kanning vísir, at 53 prosent av veljarunum misnøgdir við forsetan, og so lítla undirtøku hevur forsetin ikki havt, síðani hann flutti inn í Hvítu Húsini, skrivar AP.

2. november verður miðval í USA, og meiningakanningar vísa, at umleið 48 prosent fara at atkvøða fyri republikanarunum og 44 prosent fyri demokratunum.

Sambært kanningini fara demokratarnir kortini at varðveita meirilutan í Senatinum.