Obama missir aftur ráðgeva

Amerikanski forsetin, Barack Obama, noyðist at finna sær ein nýggjan búskaparráðgeva.

Larry Summers, sum er fremsti ráðgevi hjá forsetanum í búskaparmálum, hevur gjørt av at fara aftur í starv sítt á Harward, og hann fer tí frá sum ráðgevi á nýggjárinum.

Larry Summers verður hildin at vera ein av høvuðsmonnunum aftan fyri tiltøkini at loysa búskaparkreppuna í USA. Men hann er ikki líka væl lýddur allastaðni. Eitt nú halda nógvir liberalir demokratar, at hann hevur ov tætt tilknýti til amerikanska fíggjarheimin.

Larry Summers er tann triði búskaparráðgevin, sum Obama missir. Í juli gavst fíggjarætlanarstjórin, Peter Orszag, og fyrr í hesum mánaðinum fór leiðarin fyri ráðgevaratoyminum í Hvítu Húsunum, Christina Romer.