Orðini ?yes we can? hjá Barack Obama, forseta tykjast ikki hava somu sannførandi ávirkan á amerikanska fólkið longur. Nú líkist tað meiri ?maybe we can?.
Í hvussu er undirtøkan hjá forsetanum minkað teir seinastu mánaðirnar, og júst nú er er hon tann minsta síðani forsetaskiftið í januar. Ein meiningakanning, sum Quinnipiac University hevur gjørt, vísir, at 50 prosent av amerikanarunum styðja forsetan.
Fyri fimm vikum síðani var stuðulin 57 prosent. Tá søgdu 33 prosent sera vera misnøgd við forsetan, og í teirri nýggju kanningini eru tað 43 prosent, sum siga seg vera misnøgd.