Í USA fer Barack Obama, forseti, nú at skjóta upp, at amerikanarar, sum forvinna meiri enn eina millión dollarar um árið, skulu rinda eykaskatt. Sambært Reuters er hetta partur av einum bjargingarpakka, sum forsetin fer at leggja fram í morgin.
Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Dan Pfeiffer, sigur, at tann nýggi eykaskatturin skal tryggja, at fólk, sum forvinna so nógvar pengar, skulu rinda minst líka nógv í skatti sum ein meðalstættarhúski.
Eykaskatturin hevur fingið heitið "Buffett-skattur" eftir ríkmanninum Warren Buffett, sum hevur sagt, at tey múgvandi í USA eiga at rinda meiri skatt. Hann hevur víst á, at tað kann ikki vera rætt, at hann rindar 17,4 prosent í skatti, meðan tey, sum arbeiða á hansara skrivstovu, rinda næstan tvær ferðir so nógv.
Warren Buffet er ein av teimum ríkastu monnunum í heiminum og eigur ognir fyri einar 330 milliardir krónur.