Teir seinastu dagarnar hevur Kina átalað, at USA ætlar sær at selja Taiwan nútímans hernaðarútgerð, og stjórnin í Beijing hevur hótt við avleiðingum. Nú er kinesiska leiðslan komin við einari ávaring afturat.
Nú ávarar hon Barack Obama, forseta ímóti at tosa við tann andaliga leiðaran úr Tibet, Dalai Lama. Stjórnin í Beijing sigur, at tað fær álvarssamar avleiðingar fyri viðurskiftini millum Kina og USA, um Obama játtar at hitta Dalai Lama.
Tann fyrsta viðmerkingin úr Washington er, at enn er eingin tílíkur fundur avtalaður.