Obama lovar skjót tiltøk í Miðeystri

Barrack Obama sigur, at hann fer at leggja stóran dent á at loysa kreppuna í Miðeystri Seinnapartin verður Barrack Obama tikin í eið sum amerikanskur forseti, og í dag sigur hann, at longu frá fyrsta degi í Hvítu Húsunum fer hann at leggja seg eftir at fáa avrandi frið í Miðeystri.

-Tað eru fleiri trupulleikar í økinum, og vit ætla at loysa teir hvør sær, men vit mugu vera virkin á øllum økjum fyri at loysa teir einstøku trupulleikarnar, sigur Obama við blaðið USA Today.

Obama sigur, at umframt stríðið millum Ísrael og palestinar er tað neyðugt at taka sær av avbjóðingunum í Afghanistan, Pakistan og Iran.