Obama leitar eftir varamanni

Minst fimm nøvn verða nú nevnd sum møgulig varaforsetaevni hjá Barrack Obama

Barrack Obama hevur sagt, at hann fer at geva sær góðar stundir til at finna eitt varaforsetaevni, og eftir øllum at døma hevur hann ikki tikið støðu enn.

 

Amerikanskir fjølmiðlar siga, at Obama hevur biðið sínar ráðgevar um uppskot, og at teir eftir ætlanini skuldu lata honum uppskotið í dag. Einki er likið út um uppskotini, men tað ljóðar, at har eru fleiri nøvn, og at bæði fyrrverandi tingmenn og fyrrverandi generalar eru á listanum.

 

Millum teirra, sum hava verið nevndir sum møgulig varaforsetaevni hjá Barrack Obama, eru politikararnir Joe Biden, Chris Dodd, Bill Richardson og John Edwards og fyrrverandi generalurin Wesley Clark, sum eitt skifti var NATO-ovasti í Evropa.