Hóast hann ikki hevur vunnið uppstillingina enn, er Barrack Obama farin at leita sær eftir einum varaforsetaevni Ónevndar keldur vilja vera við, at Barrack Obama hevur sett Jim Johnson at finna sær eitt varaforsetaevni til forsetavalið í heyst.
Jim Johnson hevur fyrr funnið demokratisk varaforsetaevni fyri John Kerry og Walter Mondale.
Seinastu tíðina hava fleiri verið nevnd sum møgulig varaforsetaevni hjá Obama. Teirra millum eru Hillary Clinton og fyrrverandi varaforsetavalevnið John Edwards.









