So skjótt amerikanararnir høvdu svarað spurninginum, hvør skal taka við sum forseti eftir George W. Bush, kom spurningurin, hvør skal stýra saman við vinnaranum. Hvør skal eitt nú í uttanríkisráðið fyri Condolezza Rice, og hvør hevur vilja, evni og ikki minst hug til at átaka sær fíggjarmálaráðið, nú landið er í kreppu?
Í USA hevur starvsfólkaleiðarin í Hvítu Húsunum stóra ávirkan, og hann verður ofta umrøddur sum høgra hond forsetans. Tí hevur tað starvið eisini stóran áhuga, men sambært keldum í demokratiska flokkinum hevur Barrack Obama longu mannað tann sessin við Rahm Emanuel. Hann er limur í Umboðsmannatinginum og er úr Chicago eins og Obama. Hann hevur tann fyrimun, at hann er ikki heilt ókendur í Hvítu Húsunum, har hann arbeiddi eitt skifti fyri Bill Clinton.
Tann 48 ára gamli Rahm Emanuel kann sambært eygleiðarum tryggja Obama, at demokratiski flokkurin stendur samdur í Kongressini, tá talan er um lógararbeiði. Men hann er ikki líka væl dámdur allastaðni. Hann sigst hava eina hvassa tungu, og tað kann ørkymla tað samstarvið, sum Obama hevur sagt, at hann vil hava við republikanararnar í Kongressini.
Kend nøvn
Amerikanskir fjølmiðlar hava nevnt fleiri nøvn, sum kunnu hugsast at taka við uttanríkismálum. Eitt av nøvnunum, sum oftast verður nevnt, er senatorurin John Kerry, sum stillaði upp fyri demokratarnar á forsetavalinum fyri fýra árum síðani. Hann hevur drúgvar politiskar royndir og hevur harafturat eina fortíð í amerikanska herinum og bleiv heiðraður fyri dirvi í krígnum í Vietnam.
Ein annar, sum eisini hevur fyritreytirnar fyri at røkja uttanríkismálini, er fyrrverandi diplomaturin Richard Holbrooke. Hann varð í mong ár roknaður sum ein tann besti á sínum øki og hevur millum annað verið ST-sendiharri, ST-semingsmaður í gamla Jugoslavia og varauttanríkisráðharri.
Tey flestu eru á einum máli um, at Barrack Obama fer at taka onkrar republikanarar við í stjórn sína. Summir eygleiðarar halda, at ein republikanari verður kanska uttanríkisráðharri ella verjumálaráðharri, og í tí sambandi nevna teir senatorin Richard Luger. Hann hevur verið í politikki í mong ár hevur millum annað havt ein leiðandi lut í samráðingum um kjarnorkuvápn.
Kreppuráðharri
Í teirri fíggjarkreppu, sum USA er í, hevur spurningurin um næsta fíggjarmálaráðharran stóran áhuga.
Onkrir eygleiðarar hava nevnt, at Obama kanska fer at biðja verandi fíggjarmálaráðharran, Henry Paulson, halda fram, til kreppan er loyst. Onnur peika á borgarstjóran í New York, Michael Bloomberg, og uppaftur onnur nevna Paul Volker, sum er fyrrverandi stjóri á amerikanska tjóðbankanum Federal Reserve.
Onnur nøvn, sum hava verið frammi sum møguligur fíggjarmálaráðharri, eru tann kendi íleggjarin Warren Buffet, búskaparfrøðingurin Austan Goolsbee og Jason Furman, sum var ráðgevi hjá Bill Clinton.
Powell græt
Fleirio hava nevnt, at fyrrverandi uttanríkisráðharrin Colin Powell kann fáa eitt leiðandi embæti í stjórnarumsitingini hjá Barrack Obama.
Powell, sum nú er 71 ára gamal, segði herfyri, at hann styðjaði Obama sum forsetavalevni og ikki floksfelagan John McCain. Í samrøðu við sjónvarpið CNN í gjár segði Powell, at hann fór at gráta, tá tað var greitt, at Obama hevði vunnið valið.
Obama segði undir valstríðnum, at hann ætlaði sær at biða Colin Powell til ráðgeva, vann hann forsetavalið. Hann hevur ikki sagt nakað um tað síðani, men amerikanskir fjølmiðlar siga, at Powell sjálvur hevur roynt at doyva tosið um, at hann kanska skal í Hvítu Húsini.
Í øllum førum hevur Colin Powell fyritreytirnar sum fyrrverandi generalur, ovasti í herleiðsluni, trygdarráðgevi og uttanríkisráðharri.