Barrack Obama, sum ætlar sær at gerast forsetavalevni hjá amerikonsku demokratunum í heyst, hevur nú kunngjørt síni inntøku- og skattaviðurskiftini seinastu sjey árini. Á heimasíðu hansara ber til at lesa, at Barrack og konan, Michelle, forvunnu smáar tvær milliónir krónur í 2004, men heilar 12 milliónir í 2006, tá Barrack fekk einar 9 milliónir burtur úr bók síni "Dreams From My Father". Talsmaðurin hjá Barrack Obama, Robert Gibbs, sigur við BBC, at tað er ikki annað enn rímiligt, at Hillary Clinton almannakunnger inntøku- og skattaviðurskiftini hjá sær og manninum, Bill Clinton.